2020-04-25 21:04
Tyrlan hjá Atlantsflogi var í gjárkvøldið boðsend út til eitt íslendskt fiskiskip, har ein maður hevði fingið skaða í aðra hondina.
Jn.fo, sum skrivar um tilburðin í dag sigur at sambært MRCC royndi skipið á einari leið 80 fjórðingar sunnanfyri Føroyar.
Skaðin var so mikið álvarsamur, at maðurin kundi ikki viðgerðast í Føroyum og fór tí beinanvegin við flogfari til Íslands.
Íslendska fiskiskipið var Gudrun Thorkelsdóttir, sum fiskar svartkjaft sunnast í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald