Innanlands

Tyrlan í Skúvadali eftir manni

Maðurin sum var í ferðalagi hevði fingið skaða í beinið, og fekk ikki gingið víðari

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-25 06:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tyrlan hjá Atlantsflogi var um middagsleitið í gjár boðsend eftir einum manni, sum hevði fingið skaða í beinið, og ikki fekk gingið víðari. Tað skrivar jn.fo.

Maðurin var í ferðalagi í Skúvadali á Borðoynni.

Tyrlan hjá Atlantsflog var í rutu tá boðini komu, og av tí, at tað ikki var so álvarsamt hjá løstaða manninum, tók tað longri enn vanligt at fáa flutt hann á Landssjúkrahúsið. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið um tvey tíðina seinnapartin í gjár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder