Uttanlands

Týsk rakett skjótt klár at vera skotin út í Hetlandi

RFA – Rocket Factory Augsburg – hevur sett fyrsta útskjótingarpallin upp á Lamba Ness norðast á Unst

(Mynd: SaxaVord Spaceport)

(Mynd: SaxaVord Spaceport)

2023-01-11 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rúmdarævintýrið á Unst norðast í Hetlandi, er nú komið enn nærri veruleikanum, nú tað júst er kunngjørd ein samstarvsavtala millum SaxaVord Spaceport og týsku rúmdarfyritøkuna Rocket Factory Augsburg, RFA.

Í Hetlandi hevur tað tó ikki verið nakað loyndarmál, at týska fyritøkan hevði stórar ætlanir í Hetlandi, tí fólk frá fyritøkuni hava hesar seinastu vikurnar verið á Unst fyri at byggja fyrsta útskjótingarpallin har. 12 metra høgi útskjótingarpallurin hevur fingið navnið Fredo.

Arbeiðið við at byggja tann næsta, ið verður uppkallaður eftir júst deyðu Elizabeth drotning, er byrjað, skrivar ShetNews.

Langtíðar partalag

Í dag gjørdist tað so alment, at týska rúmdarfyritøkan og SaxaVord Spaceport eru farin í langtíðar partalag, hvørs fyrsta mál er at senda fyrstu rakettina út seinni í ár.

Her verður talan um fyrstu lodrættu rakettútskjótingina av bretskari og eisini evropeiskari jørð.

Fyrr í vikuni stóð bretska felagið, Virgin Orbit, fyri eini rakettútskjóting longur suðuri í Bretlandi, sum tó miseydnaðist. Her var ikki talan um eina lodrætta útskjóting frá landi, men um eina rakett, ið varð flogin við flogfari upp í 10 kilometra hædd fyri síðan at verða slept har.

Les: Bretsk rakettútskjóting miseydnaðist í nátt 

Jörn Spurmann, rakstrarstjóri hjá týsku RFA, sigur fyri ShetNews, at tað var sannførandi verandi logistikkur og undirstøðukervi umframt skjóta verksetingar- og broytingarevni, sum var orsøkin til, at Rocket Factory Augsburg valdi at fara í samstarv við hetlendsku rakettstøðina.

- Vit trúgva fult og fast upp á bretsku rúmdarætlanina og eru sannførd um, at okkara tvísiffraða milliónaíløga á staðnum er væl útgivin, leggur Jörn Spurmann afturat.

Liggur væl fyri

Stjórin fyri SaxaVord Spaceport, Frank Strang, greiðir frá, at í mun til ynskini hjá týsku fyritøkuni, so liggur rakettstøðin í Hetlandi sera væl fyri í mun til krøvini hjá RFA, sum snúgva seg um at frakta last, fylgisveinar, í polarar sólar-synkronar ringrásir, sum tað verður kallað.

- Vit fara at stuðla RFA í øllum tí við kunna, við testum, eftirliti, brennievni og trygd, umframt at veita veðurforsøgnir og atgongd til okkara netverki til heintan av dátum, sigur Frank Strang.

Júst í sambandi við at taka niður dátur frá uppsendu rakettunum, hava Føroyar verið nevndar sum eitt væl egnað stað til jørðstøðir. Føroya Tele hevur verið partur í hesum ætlanum.

Fylgisveinarnir, sum týska fyritøkan RFA skal senda upp, eru í høvuðsheitum ætlaðir til samskifti og eftirlit á/av jørðini.

Dátur frá hesum fylgisveinum kunnu brúkast í fleiri vinnugreinum. Dømi um nýtslu er eitt nú optimering av logistikki, eftiransing av skógareldum, so hesir verða uppdagaðir beinanvegin, kanning av jarðfrøðiligum viðurskiftum, innsavning av heilsudátum, til sjálvkoyrandi bilar umframt veðurlags- og umhvørvisverju.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder