Týski heilivágsrisin BioNTech, sum seinastu árini serliga er vorðin kendur fyri at hava ment eitt koppingarevni fyri koronu, boðar nú frá, at tey eru komin eitt fet nærri í tilgongdini at menna eitt nýtt koppingarevni fyri malaria.
BioNTech boðar frá, at koppingarevnið, sum verður nevnt BNT165bi, nú skal roynast á fólk.
Özlem Türeci, ein av stovnarunum av BioNTech, sum eisini stendur á odda fyri medisinsku deildini hjá fyritøkuni sigur, at royndin er ein týðandi mílasteinur í roynd teirra at basa malaria.
– Okkara mál er at menna eitt koppingarevni, sum kann hjálpa okkum at sleppa undan malaria og minka um deyðstíttleikan, sigur Türeci.
Koppingarevnið skal roynast á 60 sjálvboðin fólk í USA, sum ikki hava havt malaria áður.
Malaria er ein ígerðarsjúka, sum kemur av sníkinum plasmodium falciparum. Fólk fáa smittuna frá mýggjabitum.
Sambært Ritzau doyðu uml. 619.000 fólk av malaria um allan heimin í fjør. Í 2020 var talið uml. 625.000. Um 95 prosent av øllum smittutilburðum eru skrásettir í Afrika.
Í dag finst bert eitt malariakoppingarevni. Talan er um Mosquirix, sum bretski heilivágsframleiðarin GSK hevur ment. Koppingarevnið er góðkent av Heimsheilsustovninum (WHO), men avbjóðingar hava verið verið hesum koppingarevninum. Tað hevur eitt nú verið torført hjá GSK at fingið pengar inn frá koppingarevninum, og at framleiða neyðugu nøgdirnar av koppingarevni.
Oxford University arbeiðir eisini við einum koppingarevni fyri malaria, sum verður hildið at vera betri enn Mosquirix.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald