Uttanlands

Týskland herðir tiltøkini fyri ókoppsett

Fráfarandi samveldiskanslarin, Angela Merkel heldur, at støðan er so álvarsom, at mann eigur at umhugsa at gera koronukoppseting til eitt krav frá februar næsta ár, eins og tey ætla í Eysturríki

Angela Merkel á tíðindafundi í Berlin í dag (Mynd: EPA)

Angela Merkel á tíðindafundi í Berlin í dag (Mynd: EPA)

2021-12-02 17:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskland fer nú at seta nýggj tiltøk í verk fyri ókoppsettar borgarar. Tað sigur fráfarandi samveldiskanslarin, Angela Merkel í dag.

Framyvir vera tað bert koppsett og tey, sum hava verið smittað við koronu, sum fáa atgongd til eina røð av handlum og mentanar- og frítíðartiltøk. Tó sleppa øll framvegis inn í eitt nú matvøruhandlar og apotek.

Hetta er longu galdandi í fleiri statum, men nú verður tað also galdandi fyri alt landið.

Framyvir skulu barrir og náttklubbar eisini steingja, tá talið á nýggjum tilburðum fer uppum eitt vist. Her markið er 350 tilburðir um dagin í eina viku per 100.000 íbúgvar.

Í løtuni hevur Týskland í miðal 439 tilburðir um dagin, og 69 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett.

[object Object]Angela Merkel, fráfarandi samveldiskanslari, og Olaf Scholz, komandi samveldiskanslari á tíðindafundi (Mynd: EPA)

439 tilburðir um dagin í miðal er alt ov høgt, heldur Angela Merkel. Fráfarandi samveldiskanslarin heldur støðuna vera so álvarsama, at mann eigur at umhugsa at gera koronukoppseting til krav frá februar 2022, eins og ætlanin er í Eysturríki.

Komandi samveldiskanslarin, Olaf Scholz, sigur eisini, at hann heldur, at øll eiga at lata seg koppseta. Bæði hann og Merkel undirstrika tó, at koppsetingin ikki gevur æviga verju, og halda tey tí eisini, at tað er neyðugt, at fólk fáa sær triðja prikið, skrivar Ritzau.

Týskland stríðist í løtuni við fjórðu koronubylgju, og støðan hevur m.a. økt trýstið á sjúkrahúsunum so mikið, at tað hevur verið neyðugt at flyta sjúklingar av sjúkrahúsum í harðast raktu landslutunum til onnur øki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder