Um vikuskiftið endurtók turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at Turkaland hevur nøkur krøv til Svøríki og Finnland, um tey skulu gerast partur av Nato.
M.a. finst Erdogan at, at Svøríki og Finnland ikki útflyta vápn til Turkaland, og leggur hann londini undir at stuðla kurdiskum yvirgangsfelagsskapum.
Í dag halda samráðingar fram í Nato-høvuðssætinum í Brússel, og sambært svenskum miðlum hava hvørki Turkaland, Svøríki ella Finnland nakra vónir um, at tær fara at geva úrslit innan stutta tíð.
Í Týsklandi eru tey tó sannførd um, at tað fer at eydnast Nato-londunum at finna eina semju um limaskap til Svøríki og Finnland.
– Tað verður ikki nøkur vanlukka, um semja ikki fæst áðrenn toppfundin í Madrid í komandi viku, sigur ein kelda úr týsku stjórnini sambært Ritzau.
Tað er í lagi, um tað tekur nakrar vikur afturat, tí tað, sum er umráðandi er, at har ikki verður nakar óloysiligur trupulleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald