Uttanlands

Ukraina: Eingin varð dripin í Kramatorsk

Eingi greið tekin eru um, at Russland hevur dripið 600 ukrainsk herfólk sunnunáttina, verður sagt úr Ukraina

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-01-09 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði russiska verjumálaráðið frá, at Russland hevði dripið yvir 600 ukrainsk herfólk í einum stórum rakettálopi á tveir bygningar í býnum Kramatorsk sunnunáttina.

Hetta varð sagt at verða hevnd fyri eitt ukrainskt álop nýggjárdag, har 89 russisk herfólk lótu lív – sambært ukrainum er veruliga deyðstalið tó hægri.

Sambært Russlandi vóru fleiri enn 1.300 ukrainsk herfólk í sovisalum í teimum báðum bygningunum, sum Russland segði seg hava rakt sunnunáttina.

Ukraina vísir tó aftur, at Russland skal hava dripið hundraðtals herfólk.

Pavlo Kyrylenko, ukrainskur leiðari í umsitingini í Donetsk sigur, at Russland hevur framt sjey rakettálop móti Kramatorsk, og hóast fleiri bygningar vórðu oyðilagdir, varð eingin dripin.

Tíðindafólk hjá tíðindastovuni Reuters hava kannað staðið, og funnu tey hvørki lík ella slóðir eftir blóði.

Bygningarnir, sum sambært Russlandi hýsti ukrainsku herfólkinunum, síggja heldur ikki út til at verða hart raktar, og heldur ikki eru nøkur greið tekin um, at herfólk nýligani hava sovið har.

Sambært einum finskum tíðindafólki á staðnum, eru heldur einki greið tekin um, at Russland skal hava dripið hundraðtals ukrainsk herfólk, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder