Uttanlands

Ukraina og Russland samráðast í Turkalandi

Í dag hittast semingsmenn í Istanbul

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ásannar, at tað nokk ikki verður gjørligt hjá Ukraina at fáa alt landið aftur frá Russlandi (Savnsmynd)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ásannar, at tað nokk ikki verður gjørligt hjá Ukraina at fáa alt landið aftur frá Russlandi (Savnsmynd)

2022-03-28 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hittast semingsmenn úr Ukraina og Russlandi í turkiska býnum Istanbul.

Turkiski forsetin Recep Erdogan verður vertur fyri hesum samráðingunum, sum hann vónar fara at hava við sær, at vápnahvíld verður lýst.

Eitt krav frá Russlandi er m.a., at Ukraina viðurkennir Donbas-landslutin, har Luhansk og Donetsk liggja, sum sjálvstøðugt øki, og í samrøðu í gjár ásannaði Zelenskyj, at tað ikki verður gjørligt hjá Ukraina at taka øll økini aftur, sum Russland hevur tikið.

Ger Ukraina eina slíka roynd, kann tað enda við einum triðja heimsbardaga, sigur hann sambært Ritzau.

Luhansk- og Donetsk-økið verður stýrt av prorussiskum loysingarfólkum.

Les eisini: Vænta fólkaatkvøðu um loysing frá Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder