Fimm fólk lótu í gjár lív í russiskum álopum í sunnara parti av Ukraina, upplýsa ukrainsk embætisfólk.
Samstundis upplýsa russisk embætisfólk í eysturukrainska býnum Horlivka, at eitt fólk hevur latið lív í einum ukrainskum álopi. Býurin liggur í parti av Donetsk-landslutinum, sum er undir russiskum eftirliti.
Lokala løgreglan sigur, at trý lótu lív í einum íbúðarbygningi og einum privatum bústaði í býnum Kherson, eitt fólk lat lív í einum dronuálopi sunnanfyri Kherson, og eitt fólk lat lív í einum býi norðanfyri.
Sambært ukrainskum miðlum órógvaðu russisku álopini eisini gass- og vatnveitingina í Kherson, og embætisfólk í Donetsk siga, at ein sølumiðstøð og fleiri aðrir bygningar vórðu oyðilagdar í ukrainska álopinum.
Umframt at ein persónur lat lív, vórðu seks onnur sivilfólk eisini særd, verður sagt.
Bæði Ukraina og Russland hava higartil víst aftur, at tey fara eftir sivilfólki í krígnum, sum byrjaði í februar 2022, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald