Eftir at Russland í gjár innlimaði fýra ukrainskar landslutir í Russland, hevur Ukraina formliga søkt um Nato-limaskap, og sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, ynskir Ukraina eina skjóta tilgongd.
Á hátíðarhaldi í Moskva í gjár, undirskrivaði russiski forsetin, Vladimir Putin, eitt skjal, sum gjørdi ukrainsku landslutirnir Luhansk, Donetsk, Kherson og Zaporizjzja til part av Russlandi.
Landslutirnir eru annaðhvørt partvíst ella fullkomiliga hersettir av Russlandi.
– Russland hevði lopið á onnur lond
Í skrivi frá ukrainska forsetaskrivstovuni, sigur ukrainski forsetin, at Ukraina hevur søkt um skundupptøku í Nato.
– Í roynd og veru eru vit sameind. Hesum eru vit longu komin á mál við, sigur hann og leggur afturat, at Ukraina í roynd og veru longu hevur verið í einari tilgongd at gerast limur í Nato.
Zelenskyj sigur eisini, at Russland ikki hevði steðgað við Ukraina. Onnur lond høvdu eisini verið álopin, um Ukraina ikki hevði forðað hesum, sigur hann og nevnir baltisku londini, Pólland, Moldova, Georgia og Kasakstan.
Ukrainski forsetin leggur afturat, at alt Ukraina fer at verða frælst aftur, og fer Ukraina ikki at loyva Russlandi at "royna at stjala nakað, sum tað ikki eigur, at umskriva søguna og broyta landamørk við morð, píning, kúgan og lygnum".
Eisini vil hann vera við, at tað altíð hevur verið Ukraina, sum hevur boðið russum til samráðingarborðið, men at tað týðiliga ikki ber til undir núverandi russiska forsetanum.
– Vit eru klár til ein dialog við Russland, men við einum øðrum russiskum forseta, sigur hann.
– Ein dagur við sannleika og rættvísi
Í gjár savnaðust túsundatals russar á Reyða Torginum í Moskva at hátíðarhalda, at fýra ukrainskir landslutir vórðu partur av Russlandi.
Vladimir Putin segði hetta vera "ein dagur við sannleika og rættvísi".
Í røðu sínari segði Putin, at Russland hevur uppbygt tað modernaða Ukraina, og at fólkið í landinum leingi hevur verið kúgað av Vesturheiminum.
Putin segði, at hann helt tað vera gott fyri ukrainar í hesum landslutunum, at tey nú eru blivin partur av russiska samveldinum. Hetta er tó ikki viðurkent av Ukraina, og fleiri lond í Vesturheiminum hava fordømt fólkaatkvøðurnar, sum sambært Russlandi vísti ein greiðan meiriluta fyri at gerast partur av Russlandi. Orsøkin er m.a., at valeygleiðarar ikki hava havt atgongd til valstøðini, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald