
Ukraina er til reiðar at undirskriva eina avtalu um ráevni í einum "hóskandi skapi" nær tað skal vera, skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í dagføring á X.
Eisini skrivar hann, at hann er til reiðar at gera tað gott aftur við Donald Trump eftir fundin í Hvítu Húsunum fríggjadagin, har forsetanar endaðu við at keglast fyri opnari mikrofon.
Ukrainski forsetin sigur ásannar, at fundurin við Trump ikki gekk, sum hann átti, og at Ukraina er til reiðar at arbeiða undir "sterku leiðsluni hjá Trump", skrivar Ritzau.
– Tað er harmiligt, at tað hendi á tann hátt. Tað er uppá tíðina, at tingini verða gjørd rætt. Vit ynskja fegin, at samstarvið og samskiftið í framtíðini er konstruktivt, skrivar Zelenskyj, sum leggur afturat, at Ukraina eru til reiðar at fara til amráðingarborðið.
– Eingin av okkum ynskir eitt endaleyst kríggj. Ukraina er til reiðar at koma til samráðingarborðið skjótast gjørligt fyri at koma nærri einum varandi friði, skrivar Zelenskyj.
Ukrainski forsetin undirstrikar eisini, at hann og Ukraina virðismeta alt, sum USA hevur gjørt fyri at stuðla landinum og hjálpa Ukraina við at varðveita sítt sjálvræði.
Les eisini: Trump støðgar stuðlinum til Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald