
Amerikanski forsetin, Donald Trump, støðgar nú við hernaðarliga stuðlinum til Ukraina.
Tað sigur eitt ónevnt embætisfólk í amerikanska verjumálaráðnum fyri miðlinum Bloomberg. Sambært Fox Nesw, skal ein ónevndur limur í umsitingini hjá Trump hava sagt, at talan tó ikki er um ein varðandi støðg.
Sambært hesum embætisfólkinum verður stuðulin uppafturtikin, tá Trump metir, at ukrainskir leiðarar hava víst vilja til frið.
Hvítu Húsini hava enn hvørki váttað ella avsannað tíðindini um, at hernaðarstuðulin nú verður støðgaður fyribils.
Hetta hendir bert fáar dagar eftir nógv umtalaða fundin millum Trump og ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, sum endaði í orðadrátti og ósemju.
Her segði Trump millum annað, at ukrainski forsetin “spælir við triðja heimsbardaga”.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, segði eftir miseydnaða fundin, at Zelenskyj átti at komi við eini umbering til Trump.
Men ukrainski forsetin hevur síðan skákað seg rundan um spurningar um, hvørt hann átti at komið við eini umbering.
Zelenskyj segði sunnudagin, at hann er opin fyri einum nýggjum fundi við Trump, um hann verður bjóðaður til at “loysa veruligar trupulleikar”.
Hann segði eisini, at Ukraina er takksamt fyri stuðulin, sum USA hevur givið Ukraina undir krígnum. Ein fráboðan, sum ukrainska tjóðartingið endurtók seint í gjárkvøldið, skrivar dr.dk.
Trump hevur trýst á fyri at fáa frið í Ukraina, men Zelenskyj hevur sagt seg ivast í, um friður fer at halda, um hann ikki fær neyðuga trygd fyri friðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald