Uttanlands

Ukraina vil hava samráðingar millum Putin og Zelenskij

Ukrainska sendinevndin hevur til uppgávu at gera alt fyri at fáa í lag ein fund millum partarnar, sigur Volodimir Zelenskij

Ein fundur millum forsetan í Ukraina og forsetan í Russlandi er helst tað, øll bíða eftir, sigur Volodimir Zelenskij, forseti í Ukraina (Mynd: EPA)

Ein fundur millum forsetan í Ukraina og forsetan í Russlandi er helst tað, øll bíða eftir, sigur Volodimir Zelenskij, forseti í Ukraina (Mynd: EPA)

2022-03-14 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppgávan hjá ukrainsku embætisfólkinum, sum samráðast við Russland er at fáa í lag beinleiðis samráðingar millum ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskij og russiska forsetan, Vladimir Putin.

Ukraina hevur ferð eftir ferð biðið um beinleiðis samráðingar millum Zelenskij og Putin, sum tekur allar endaligu avgerðirnar.

– Okkara sendinevnd hevur eina greiða uppgávu – at gera alt fyri at fáa í lag ein fund millum forsetarnar. Fundurin, sum eg haldi øll bíða eftir, sigur Zelenskij.

– Sjálvandi er hetta ein torfør leið. Men hon er neyðug, og okkara mál er at fáa tey neyðugu úrslitini fyri Ukraina í hesum stríðnum. Sum eru neyðug fyri friði og trygd.

Russland hevur áður sagt, at stjórnin ikki er ímóti einum fundi millum Zelenskij og Putin fyri at tosa um ítøkilig mál. Ukraina sigur seg eisini at vera sinnað at samráðast við Russland, men landið fer ikki at geva seg yvir í stríðnum, skrivar Reuters.

Ukraina og Russland samráðast aftur í dag, og ukrainski semingsmaðurin, Mikhailo Podoljak hevur sagt seg vera bjartskygdan um, at ítøkilig úrslit fara at koma burturúr skjótt. Putin sigur eisini, at "jaligar broytingar" hava verið í samráðingunum, men hann hevur ikki greitt nærri frá.

Les eisini: Ukrainskur semingsmaður er bjartskygdur

Á samráðingunum í dag eru Ukraina og Russland vorðin samd um at lata upp tíggju sonevndar humaniterar geilar m.a. nærindis høvuðsstaðin Kyiv og í eystara landslutinum Luhansk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder