Innanlands

Ukrainskir flóttar verða í Føroyum til mars 2026

230 uppihaldsloyvi vórðu latin fyri kortum. Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur fingið játtan úr Danmark og hevur lagt málið fyri tingið, skrivar Kringvarpið

(Mynd: Løgmálaráðið)

(Mynd: Løgmálaráðið)

2024-11-05 16:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022 eru nógvir ukrainskir flóttar komnir til Føroya.

Útlendingastovan upplýsir fyri Kringvarpinum, at tilsamans 230 fyribils uppihaldsloyvi vórðu latin burturriknum ukrainum í Føroyum um hálvan september. Talan er um 132 kvinnur, 31 menn og 67 børn.

Summi hava fingið framlongt sítt uppihaldsloyvi - summi eru farin úr Føroyum aftur. 13 ukrainar hava fingið noktað longt uppihaldsloyvi. Summi hava kært.

Kringvapið skrivar, at  Bjarni Kárason Petersen hevur biðið danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum um at leingja tíðarskeiðið við fyribils uppihaldsloyvum við einum. Hetta so tey eru galdandi til í mars 2026.

Hesum hevur Kaare Dybvad gingið á møti. Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen hevur nú lagt uppskotið fyri løgtingið, skrivar Kringvarpið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder