Tá ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í gjár fór heim eftir at hava vitjað í Turkalandi, hevði hann við sær fimm fyrrverandi herovastar úr ukrainska havnabýnum Mariupol, sum Russland hersetti í fjør.
Teir fimm vóru við til at verja stálverkið Azovstal, og vórðu tiknir til fanga á vári í fjør. Við hjálp frá Turkalandi varð avtala gjørd um fangabýti í september í fjør, men treytin fyri teir fimm herovastarnir var, at teir skuldu verða verandi í Turkalandi, til kríggið var av.
Men nú eru teir farnir heim til Ukraina, og tað er brot á avtaluna, sigur Russland.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini sigur, sambært Ritzau, at Turkaland hevur brotið avtaluna, og varð Russland heldur ikki kunnað um hetta.
– Eingin kunnaði okkum um hetta. Sambært avtaluni skulu hesir bakmenninir verða verandi á turkiskum øki, til stríðið er av.
Sambært Peskov eru tað tey sameindu hjá Turkalandi í Nato, sum hava lagt trýst á Turkaland. Nato skal í komandi viku hava toppfund í Vilnius.
– Fyrireikingarnar til Nato-toppfundin eru í gongd, og sjálvandi hevur Turkaland verið undir trýsti, leggur hann afturat.
Í sambandi við vitjanina hjá Zelenskyj í Turkalandi, upplýsti turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at russiski forsetin, Vladimir Putin kemur á vitjan í august.
Tá Putin kemur til Turkalands, skulu teir m.a. umrøða fangabýti millum Ukraina og Russland, segði Erdogan.
Les eisini: Putin skal vitja Erdogan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald