Mentan

Ukrainskur jólahýrur í Míni jólabók

Irina Shket, sum kom til Føroya tá kríggið brast á í Ukraina, hevur gjørt nøkur av ítrivunum í ár

2022-11-09 19:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólini nærkast, og við jólunum kemur Mín jólabók. Jólabókin er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran, tí hon er býtt upp í 24 partar, og partarnir eru ymiskir. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar og øðrvísi ítrív at hugna sær við, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan.

Ukrainska Irina Shket hevur gjørt nøkur av ítrivunum í ársins jólabók. Hon og dóttirin Milana komu til Føroya, tá kríggið brast á í Ukraina fyrr í ár. Í ár verður fyrstu ferð, at tær báðar halda jól í Føroyum.

Søga til minnis um Ellu Smith Clementsen

Ella Smith Clementsen, barnabókarithøvundur og týðari, andaðist í vár, 70 ára gomul. Hon skrivaði myndabøkur, søgur til Mína jólabók, leikir og sangir. Flestu okkara munna kenna tann fitta jólasangin: “Eg eri so spent til jóla, eg fái ein nýggjan kjóla”. Eisini týddi hon nógvar barnabøkur, t.d. bøkur eftir Astrid Lindgren og Sven Nordquist.

Fyri at minnast Ellu Smith Clementsen er ein av hennara jólasøgum við í ársins jólabók. “Unikumma og øll hini”, sum Ella Smith Clementsen skrivaði, stóð fyrstu ferð á prenti í Míni jólabók í 2006.

Bókin er, øll sum hon er, prýdd við vøkrum, stuttligum og litríkum myndum.  Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út. Mín jólabók fæst til keyps á www.jolabokin.fo og verður at fáa í bókahandlum. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder