Ófriður hevur verið fleiri staðir í Ísrael í nátt. Minst 33 fólk eru handtikin eftir at ísraelar í túsundavís fóru út á gøtuna fyri at mótmæla umstrídda rættarnýskipanini hjá Ísraelsku stjórnini.
Les eisini:
Knesset atkvøtt fyri broytingini í rættarskipanini
Løgreglan brúkti bæði ross og vatnkanónir fyri at spjaða partar av teimum umleið 15.000 mótmælisfólkunum, sum blokkeraðu vegirnar til Tel Aviv, skrivar dr.dk.
Eisini í Jerusalem vóru stórar mótmælisgongur í samanbrestir.
Løgreglan sigur, at mótmælisfólk blakaðu við fløskum, fyltum við sandi, móti teimum, og minst 13 fingu skaða í Tel Aviv og Jerusalem.
Ísrael hevur ikki grundlóg ella stjórnarskipan, eins flest onnur lond, og tí kunnu politiskar avgerðir ikki sigast at vera í stríð við grundlógina. Av teirri orsøk, hevur hægstirættur havt myndugleika til at meta um, hvørt ein lóggáva er rímilig ella ikki.
Men hetta skal nú broytast, og tað eru tað nógvir ísraelar, sum eru harðliga ímóti.
- Hetta er ein syrgiligur dagur. Hetta er ikki ein sigur fyri stjórnarsamgonguna. Hetta er oyðing av ísraelska fólkaræðinum, segði andstøðuleiðarin í Knesset, ísraelska tinginum. Øll andstøðan valdi at rýma úr tingsalinum, tá atkvøðast skuldi í lógina, sum tískil varð samtykt uttan at nakar atkvøddi ímóti.
Eisini Ehud Olmert, fyrrverandi stjórnarleiðarin, hevur funnist at stjórnini, sum hann skuldsetir fyri at hótta sjálvt grundstøðið undir ísraelska fólkaræðinum.
Nýggj mótmæli eru í dag fráboðað í eitt jú Jerusalem, Tel Aviv og Haifa.
Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri segði í gjárkvøldið, at hann framvegis vónar, at finnast kann fram til eina semju við andstøðuna.
Meðan hann helt sína røðu, valdi sjónvarpsmiðilin Kanal 13 at vísa myndir at løgregluni, sum brúkti vatnkanónir móti ísraelskum mótmælisfólkum, skrivar Times of Israel.
Tað eru ongi útlit til, at andstøðan fer at taka ímóti útrættu hondini frá Netanyahu, sigur Allan Sørensen, sum er journalistur hjá Kristeligt Dagblad í Ísrael. Hann vísir á, at Netanyahu segði “júst tað sama” í mars, men at onki kom burtur úr samráðingunum tá.
- Í staðin trumlaði stjórnarsamgongan sítt uppskot einsamøll ígjøgnum, sigur hann og vísir á, at andstøðan roknar við, at tað sama hendir aftur.
Andstøðan hevur ikki nógvar møguleikar, tí stjórnin situr á 64 av teimum 120 sessunum í Knesset, og er sinnað at brúka sín meiriluta, hóast ein stórur partur av fólkinum er ímóti.
- Tað valdar lógloysi í gøtunum, og hevur gjørt tað leingi. Men stjórnin vendir blinda eygað til ruðulleikar, og samtykkir tær lógir, sum hon vil, sigur Allan Sørensen við dr.dk.
Herundir nakrar myndir frá EPA frá í gjár og gjárkvøldið. (Trýst á myndirnar fyri at fáa tær størri)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald