2. august boðaði Vága Floghavn frá, at Gudny Langgaard hevði sagt seg úr starvinum, ið hon hevði røkt í 15 mánaðir. Gudny Langgaard er nú stjóri í Nema|Hey, og í ein og hálvan mánað hevur Oddbjørg Højgaard, næstforkvinna í nevndini í Vága Floghavn, røkt stjórastarvið á flogvøllinum.
Søkt varð beinanvegin eftir nýggjum stjóra, og freistin fór á midnáttt. Greitt er, at áleið 60 fólk hava søkt starvið. Talan er um umsóknir úr bæði Føroyum og uttanlands, og Regin Hammer, formaður í nevndini í Vága Floghavn, er ovfarin um høga talið av umsóknum.
Sambært Kringvarpinum verða tað nevndarlimir, ið koma at manna setanarbólkin, ið nú verður settur. Regin Hammer sigur, at orsakað av mongu umsóknunum kann arbeiði taka nakrar vikur, men miðað verður eftir, at finna nýggjan stjóra skjótast gjørligt.
Innanlands
Umleið 60 hava søkt um at gerast stjóri í Vága Floghavn
Frestin at søkja starvið fór á midnátt - nú verður ein setanarbólkur settur at viðgerða umsóknirnar, sigur Kringvarpið
Nógv vilja verða stjóri á Vága Floghavn - umsóknir eru komnar úr Føroyum og útlandinum
2019-09-16 10:04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald