Seinastu vikurnar hevur missiónsarbeiðið verið sera nógv skert orsakað av korona. Hetta hevur ført við sær, at møtir, kórvenjingar, bíbliutímar og øll onnur tiltøk í missiónshúsunum hava verið avlýst.
Hóast umstøðurnar, hava fleiri missiónshús og kirkjur í Føroyum gjørt nógv fyri at boða boðskapin gjøgnum sjónvarp, teldu og telefon – Kortini manglar felagsskapurin.
Sunnukvøldið 19. apríl gjørdu strandingar eina roynd at koma saman í fjarstøðu. Skipað var fyri bilútimøti inni á Hulki.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, har tað verður upplýst, at umleið 80 bilar - umframt ein bátur - vóru á møti. Mett verður, at talan var um 150 fólk.
Á skránni var tala frá Signari á Reynatrøð úr Leirvík, systrarnar Linda og Judith Johansen sungu tveir sangir og Mariann Djurhuus Poulsen hevði ein vitnisburð. Umframt hetta var felagssangur.
Við Glasir í Havn var eisini bil-útimøti sunnukvøldið.
Videobrot, ið Trúboðin hevur sett saman frá møtinum, sæst ovast. Á heimsíðuni síggjast fleiri myndir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald