Eins og seinastu viku, fingu vit rættiliga nógv av Game of Thrones, ein heilan tíma og 13 minuttir. Og framleiðarnir hava fingið sera nógv burturúr hesar 73 minuttirnar, við bæði drama, romantikki og kríggj.
Parturin roynir at samantvinna tað, sum er hent áðrenn, og tað sum fer at henda, og á tann hátt er hann er tvíbýttur. Vit hyggja aftur á undanfarna kríggi, umframt at vit eru í Kings Landing.
Nógv hendi í seinasta parti, og tí eru nógvir leysir endar, sum líka skulu bindast saman, og tí hava vit sjálvandi nakrar kravdar jarðarferðir og minningarorð. Her vóru tær klassisku løturnar har mann mintist tey deyðu. Umframt hetta hevði Jon eina hátíðarliga talu.
Tá man hevur syrgt, noyðist man sjálvandi at hátíðarhalda stóra sigurin við einari veistlu, og fyri eina ferðs skyld eru øll fólk faktisk glað í eina løtu, nakað sum brýtur frá restini av sesongini.
Har seinasti partur var sera myrkur og dapur, er hesin ljósari. Hesin gleðin sæst við at tey spýla seg heilt út og keypa Star Bucks takeaway. Umframt aðrastaðni í verðini, er Starbucks eisini farið at marknaðarføra seg í Westeros. Spent bíða vit eftir at Starbucks ketan skal koma til Kings Landing eisini.
Eisini var meira romantikkur enn vit áður hava sæð í sesongina, sum so fekk bæði positivt og negativt útfall.
Eisini eru etisk og taktisk aspektir. Loynidómurin hjá Jon er í umferð, og Daenerys reagerar uppá hetta. Nú verður áhugaverdi spurningurin hvussu hetta fer at spæla av, og hvør fer at sita á trúnuni. Klárar Jon at standa fast við orð sítt um at vera trúgvur móti drotningini? Ella fer tað hála spælið hjá Varys at verða avgerandi fyri úrslitið?
Bæði Jon og Dany hava víst, at tey kunnu vera sterkir leiðarar og bæði útføllini kunnu blíva áhugaverd.
Í Kings Landing gongur alt ov skjótt fyri seg. Hetta eru ófriðarligar tíðir. Fleiri týdningarmiklir leiklutir doyggja, sum noyðir Daenarys at taka eina avgerð sum áðrenn tóktiskt at vera torfør, men nú er einki val. Vit hava nú tvær ørar drotningar (mad queens) sum eru uppi ímóti hvørjari aðrari.
Nú byrjar kríggið millum tey stóru húsini, og vit fara helst skjótt at fáa at vita hvør vinnur spælið um jarntrúnina.
Parturin fær hálvt fjórða P av fimm. Hetta tí hann hóast longdina virkaði rættiliga pressaður. Tey royndu at kroysta óneyðugt uppí, millum annað tað romantiska, sum kundi verið stytt munandi.
Game of Thrones, umfar 8, partur 4 (3,5/5)
HBO Nordic
Les undanfarnu ummæli av Game of Thrones:
Partur 3: Missa nógv av teimum, vit eru farin at elska
Partur 2: - Helst bíligasti partur í hesari sesongini
Partur 1: - Game of Thrones leggur ikki hart út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald