
Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump hevur heitt á amerikanska hægstarættin um taka støðu til, um tollurin, sum varð álagdur útlendskar vørur var lógligur ella ikki.
29. august avgjørdi ein kærudómstólur, at flestu tollgjøldini hjá Trump vóru ólóglig, tí at Trump ikki hevði heimild at áseta tey.
Amerikanski løgmálaráðharrin, Pam Bondi boðaði frá, eftir at avgerðin varð kunngjørd, at umsitingin ætlaði at kæra avgerðina, og tað hevur hon nú gjørt.
Les eisini: Kærudómstólur: Tollurin hjá Trump er ólógligur
Kærudómstólurin hevur givið loyvi til, at tollgjøldini kunnu vera í gildi til 14. oktober, júst fyri at geva umsitingini møguleika at kæra dómin.
Trump hevur sagt, at tað verður ein vanlukka fyri USA, um tollurin verður strikaður.
– USA vil ikki longur finna seg í stórum handilsundirskoti og órættvísum tolli og aðrar handilsforðingar hjá øðrum londum, skrivaði hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social
Umsitingin hjá Trump hevur víst til eina lóg frá 1977, International Emergency Economic Powers Act (IEEPA), sum loyvir forsetanum at handfara óvanligar hóttanir í einari neyðstøðu. Lógin er søguliga nýtt til at seta í verk revsitiltøk móti fíggindum ella at innifrysta ognir teirra.
Sambært kærudómstólinum er tað Kongressin og ikki forsetin, sum sambært amerikonsku stýriskipanini kann seta í verk avgjøld og toll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald