Landsverk klænkar bygnaðin og flytir 10 milliónir krónur frá umsiting til sjónligt kjarnuvirksemi hjá stovninum. Sum ein avleiðing minkar starvsfólkahópurin við 12 størvum, harav 8 fólk verða søgd úr starvi.
Tað skrivar Landsverk í tíðindaskrivi seinnapartin.
- Vit hava í dag tikið fleiri torførar, men neyðugar avgerðir. Tað er okkara skylda at tryggja, at borgarans peningur verður nýttur so skynsamt sum gjørligt, og at so nógv sum møguligt verður nýtt til kjarnuvirksemið hjá Landsverki. Hesar raðfestingarnar merkja, at Landsverk uppá 10 ár, kann brúka 100 milliónir krónur meira uppá landsvegakervið og bygningar við somu játtan. Tað kemur borgarin at merkja”, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landverki.
Á sumri í 2019 bað landsstýrismaðurin í samferðslumálum um at fáa lýst og mett um virksemið hjá Landsverki. Partur av arbeiðssetninginum var at endurhugsa tilverugrundarlagið fyri stovnin. Landsverk hevur í dag handað landsstýrismanninum í samferðslumálum hesa frágreiðing.
Frágreiðingin lýsir, hvussu leiðslan heldur, at kjarnuuppgávurnar hjá Landsverki skulu loysast, hvørji átøk Landsverk setur í verk, og hvørji átøk Landsverk mælir til uttanfyri stovnin.
Leiðslan ásannar, at arbeiðið ikki hevur verið gjørt til fulnar í nøkrum av teimum stóru verkætlanum, ið Landsverk hevur havt um hendi. Her fremur man ábøtur í mannagondum og samstarvsmodellum.
Í arbeiðnum at lýsa kjarnuppgávurnar og eyðmerkja neyðugu átøkini er leiðslan farin ígjøgnum virksemið hjá Landsverki. Tað gjørdist leiðsluni greitt, at ójavni var í bygnaðinum.
Seinastu árini hevur verið ein øvugt gongd, har lønarparturin hevur verið hækkandi, meðan peningur til landsvegakervið og viðlíkahald, sum er ein kjarnuuppgáva hjá Landsverki, hevur verið lækkandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald