2019-07-29 18:20
Sum undanfarin ár veður aftur undirhald í Vágsbotni áðrenn midnáttarsangin. Miðlahúsið skipar fyri, og har er livandi tónleikur og skemt á skrá.
Hilmar Jan Hansen og Bill Justinussen fara at skemta, meðan Niclas Heri Jákupsson úr Dynamit og Ingi Poulsen, sum seinastu árini hevur gjørt fleiri landaplágur, taka sær av tónleikinum.
Fyriskipararnir heita á fólk um at koma í góðari tí, tí tað kann gerast trongligt í Vágsbotni.
Tiltakið byrjar klokkan 22, og verður eisini sent beinleiðis á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald