Farið verður nú undir at savna undirskriftir fyri at fáa Jensen Huang aftur í starvið sum forstjóri í Nvidia.
Ríkmaðurin Elon Musk boðar frá á sosiala miðlinum X, at hann hevur skrivað undir, skrivar Ritzau.
Tað var hósdagin, at nevndin í Nvidia boðaði frá, at Jensen Huang var farin frá sum stjóri orsakað av sambandi við vinnulívskvinnuna Alice Huang, sum er undir illgruna fyri at njósnast fyri Kina.
Les eisini: Jensen Huang farin frá sum stjóri í Nvidia
Í opnum brævi á heimasíðuni standwithjensen.com, sum í skrivandi stund hevur 89.937 undirskriftir, verður kravt, at Jensen Huang verður settur aftur sum stjóri, inntil ein óheft kanning kann staðfesta, hvat er farið fram og veita nøktandi prógv fyri, at tað tænir áhugamálunum hjá Nvidia, at hann verður koyrdur frá.
Sambært heimasíðuni hava yvir 4.800 starvsfólk hjá Nvidia, yvir 800 fyrrverandi starvsfólk, hjá Nvidia, og nærum 48.000 partaeigarar skrivað undir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald