Innanlands

Undrast á at tað tekur so langa tíð

Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum ótolnast eftir hjálparpakka 3

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Christian Andreasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-20 13:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, boðaði fyrrapartin frá, at hjálparpakkarnir 1 og 2 sum fara úr gildi 30. juni ikki vera longdir. Hetta segði hann í einum svari upp á munnligan fyrispurning frá Bjørt Samuelsen, tingkvinnu.

Hetta kom óvart á Christian Andreasen, tingmann úr Fólkaflokkinum. Hetta er ikki umrøtt í samgonguni, segði hann.

- Mær vitandi er tað yvirhøvur ikki viðgjørt í samgonguni, so eg vil mæla landssstýrismanninum at viðgera málið áðrenn tað kemur har til, segði Christian Andreasen.

Hjálparpakka 3 nevnir hann einki um. Eg undri meg yvir, at tað hevur tikið so langa tíð hjá landsstýrismanninum at koma við einum uppskoti um hjálparpakka 3, sum hevur verið fráboðaður fleiri mánaðir uttan, at nakað konkret hevur verið á borðinum, segði Christian Andreasen.

Helgi Abrahamsen nevndi at væntandi verður hjálparpakki 3 lagdur fyri tingi í næstu viku einaferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder