Innanlands

Undrast hví einans koppsett sleppa at vitja innløgd

Hetta er at gera álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, heldur Bill Justinussen, sum hevur spurt landsstýrismannin um hetta. Hann spyr millum annað hvørja heimild sjúkrahúsleiðslan hevur at gera mun á fólki

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-08-01 17:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, setir nú spurnartekin við avgerðina hjá Sjúkrahúsverkinum um at bert koppsettir borgarar kunnu vitja skúklingar á sjúkrahúsunum.

Hann spyr í grein 52 fyrispurningi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrisman, hvør orsøkin er og eisini hvør munurin er á einum koppsettum persóni og einum ikki koppsettum persóni, um báðir hava eina galdandi negativa koronu-test.

Eisini spyr Bill Justinussen um, hvørja heimild sjúkrahúsleiðslan hevur at gera mun millum koppsettar borgar og ikki koppsettar orgarar.

Kaj Leo Holm Johannesen skal esini svara um hann tekur undir við hesum mismuni millum føroyskar skattaborgarar og um hann fer at broyta treytirnar fyri, hvør kann vitja síni kæru á sjúkrahúsunum.

- Tað hevur alla tíðina verið almenni politikkur samgongunnar, at ikki skal gerast munur á koppsettum og ikki koppsettum í landi okkara. Skrivið (frá Sjúkrahúsverkinum, red.) ger álvarsligan mun á borgarum í Føroyum, hóast allir gjalda sama skatt til somu tænastur, sigur Bill Justinussen, løgtingsmaður, í viðmerkingunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder