Innanlands

Undrast yvir langa viðgerðartíð

Sjúrður Skaale spyr ráðharran hví rættarmálið móti leiðsluni hjá Eik Banka gjørdist so drúgt

2020-04-28 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nick Hækkerup, danskur løgmálaráðharri, skal nú svara einum spurningi hví tað skuldi taka so langa tíð frá at nakrir føroyingar vórðu kravdir endurgjald til dómur kundi fella í málinum.

Talan er um menninar, sum vórðu saksøktir av Finansiel Stabilitet í málinum um Eik Banka.

Tað er Sjúrður Skaale fólkatingslimur, sum setir løgmálaráðharranum spurningin.

- Tað er ikki í lagi, at staturin ákærir ein persón, og letur ákæruna hanga í áravís áðrenn dómur verður feldur. Hetta ger, at fólk stundum bæði verða dømd sosialt og skerd í sínum virkismøguleikum hóast tað seinni vísir seg, at tey eru ósek, sigur Sjúrður Skaale.

Spurningurin við grundgevingum sæst her

Málið móti stjórni og grannskoðarum hjá bankanum varð reist í byrjanini av 2012, og tað tók sjey ár til dómur varð feldur 18. november 2019, harav tveir av teimum ákærdu vórðu fríkendir. 

(Tekstur rættaður kl. 09.27. Talan var ikki um eitt revsirættarmál men um eitt endurgjaldsmál)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder