5. februar skipar ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – aftur fyri Upp á stovugólv. Hesaferð verður tiltakið í Nólsoy, og vertirnir verða eftir ætlan Hilmar Joensen, Kristian Hansen og Leif Hansen.
Tá fólk koma til Nólsoyar, verða tey býtt upp í tríggjar bólkar. Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað kvøðið í húsinum, og síðani rotera bólkarnir.
Møtt verður í seinasta lagi klokkan 16.45 í Royndarhúsinum – ella so skjótt sum komið er í land við Ternuni – Húsavitjanirnar byrja klokkan 17.15 og enda klokkan 20.15. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Royndarhúsinum og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi klokkan 21.
Talan er um eitt rúsfrítt tiltak, og tað er avmarkað pláss í húsunum, og tí er neyðugt við tilmelding.
Av tí at mann í føroyskum dansi kemur tætt uppá hvønnannnan, og fyri at øll skulu kenna seg trygg, eru nakrar treytir, skrivar Sláið Ring. Eitt nú verður heitt á fólk um at vísa prógv fyri negativa PCR-kanning ella fyri, at tey kortsíðani hava havt koronu. Til ber eisini at fáa tikið eina skundkanning á staðnum.
Meira um tiltakið og treytirnar fyri luttøku kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald