Ung í Klaksvík fáa møguleikan at prýða býin

Klaksvíkar kommuna gevur í summar tveir ymiskar starvsmøguleikar

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-05-27 07:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ung í grønum arbeiði og ung í listarligum arbeiði. Tað eru teir báðir starvsmøguleikarnir, ið Klaksvíkar kommuna bjóðar teimum ungu í summar.

Nýggju størvini eru partur av menningini, sum ung í arbeiði hevur verið í seinastu tvey árini, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Durita Samuelsen, sum hevur ábyrgd av ung í arbeiði, sigur, at skipanin har ung ígjøgnum alt árið hava verið knýtt at bæði privatum og almennum arbeiðsplássum hevur virkað væl.

- Ung í arbeiði hevur, sum øll onnur arbeiðspláss, verið merkt av covid-19 smittuni, og tískil hevur tað verið avmarkað við nýggjum størvum seinastu tíðina. Tí eru hesi nýggju størvini ment, soleiðis at ung framvegis kunnu fáa arbeiðsmøguleikar í summar, ímeðan arbeitt verður við at fáa hini samstørvini upp aftur at koyra.

Soleiðis greiðir Durita Samuelsen frá. 

- Fýra leys størv verða at søkja, sum í høvðusheitum fevna um, at fríðka kommunal spælipláss, gøtur og grøn økir. Harumframt vera átta størv til ung, sum hava hug, dirvið og hegni at listprýða ein 20 metrar langan vegg uttanfyri Íverksetarhúsið, har Fiskastykkið er

Størvini eru partur av verkstovuni hjá Ung í Arbeiðið. Endamálið við verkstovuni er, at styrkja sambandið millum ungar arbeiðstakarar og arbeiðsmarknaðin.

Í samstarvi við Íverksetarhúsið, vil Ung í Arbeiðið við hesum størvunum gera tað møguligt hjá ungum, at gerast sjónlig í býarmyndini, samstundis sum tey arbeiða og gerast varug við lokala søgu og samfelagsviðurskifti annars. Sostatt verður listin skapað í mun til søguna á staðnum, skrivar Klaksvíkar kommuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder