Uttanlands

Ung kvinna svevur við varrastift

Kosmetiskar tatoveringar eru sera vælumtóktar, men fyri nógv gerst tað ein sonn marra.

Kvinna við varrastift (Mynd: Visualhunt)

Kvinna við varrastift (Mynd: Visualhunt)

2019-01-19 21:55 Author image
Elisa Vang
placeholder

Danska Nadia Overgard avgjørdi fyri fýra árum síðani at fáa sær varandi sminku, altso, kosmetiska tatovering í andlitið. Hetta, fyri at slepa undan varrastiftini um morgnarnar.

Tó er hon nú vorðin meira bundin at varrastiftini enn nakrantíð áður. 

"Eg brúki næstan altíð varrastift. Eg sovi við varrastift um náttina, vaski hana av um morgunin, og fái mær so eitt nýtt lag", sigur 26 ára gamla kvinnan við TV2.

Hetta var ikki tað, Nadia ætlaði, tá hon í novembur í 2014 fór inn í eina vakurleikastovu á Eysturbrúgv í keypmannahavn.

Tann tá 22 ára gamla kvinnan hevð meldað seg til at vera modell til eina royndarviðgerð í tí, sum vanliga verður nevnt permanent make-up, altso, varand smiku. Ein viðgerð, sum innibar, at ein royndur skeðsluttakari innførdi mikroskopiskt litevni inn undir varrahúðina við eini serligari nál. 

Nadia hevði eina samrøðu við viðgerðan áðrenn viðgerðina, og góðkendi hon eisini ta teknaðu linjuna, sum skeiðsnæmingurin skuldi fylgja. 

Men spegilsmyndin, sum møtti Nadiu eftir viðgerðina, var ikki, sum hon hevði vónað. Nýggi varrakanturin var als ikki har, sum tær høvdu avtalað, men heldur eini tveir-tríggir millimetrar frá hennara natúrliga varrakanti.

Ikki fyrr enn fýra dagar seinni, tá hon ikki var hovin meira, varnaðist hon, at skeiðsnæmingurin hevði tatoverað ta tunnu húðina rundanum munnin, heldur enn varrarnar sjálvar.

Hendan viðgerðin, sum skuldi geva Nadiu vakrar og innramaðar varrar, varð nú vorðin ein sonn marra.

"Eg eri so kedd av hesum. Eg siti eftir við varrum, sum tykjast skeivar, ov stórar og síggja í heila tikið út sum okkurt, eitt 12 ára gamalt hevði teknað á seg sjálvt", sigur Nadia Overgaard.
 
Men Nadia er ikki tann einasta, ið hevur verið fyri tílíkari viðgerð. 

Á tatoveringsdeildini á sjúkrahúsinum í Bispebjerg koma umleið 30-40 sjúklingar inn árliga, sum hava álvarsligar trupulleikar í samband varandi sminku. Tó so meta tey, at hetta bert er ein brotpartur av samlaða talinum av tilburðum kring landið.

"Eg hugsi ikki eingang, vit síggja toppin av ísfjallinum, tí tað eru nógv, sum ganga heima einsamøll og harmast", sigur Jørgen Serup, sum er leiðari á tatoveringsdeildini, og hann leggur aftrat, at fólk, sum hava fingið miseydnaða varandi sminku, ofta halda seg aftur. Tað er bara, tá tað gongur heilt galið, at tey koma á sjúkrahúsið.

 

Kelda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder