Sjey fólk lótu lív, og 21 fólk eru enn saknað, eftir at Havfrúgvin, ein bátur við suðurkoreanskum ferðafólkum, hvøldist í Donau-ánni í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest seint mikukvøldið.
Sjey fólk yvirlivdu vanlukkuna, og sjey ferðafólk lótu lív. Av teimum 21, sum enn ikki eru komin aftur í aftur eru 19 suðurkoreansk ferðafólk og tvey av manningini úr Ungarn.
Les eisini: Sjey suðurkoreansk ferðafólk latið lív í Budapest
Báturin hevði verið á rundferð á Donau-ánni, tá eitt norskt skip rendi á, og báturin sakk eftir bert sjey sekund.
Ungarski stjórnarleiðarin, Viktor Orban, hevur í dag lovað, at málið verður kannað gjølla.
Sambært DR, siga myndugleikarnir, at málið verður kannað sum eitt brotsverk.
Seint í gjárkvøldið varð eisini boðað frá, at skiparin umborð á norska skipinum, sum rendi á, varð handtikin.
Talan er um ein 64 ára gamlan ukrainskan mann, sum er undir illgruna fyri "gerðir, sum elvdu til vanlukkuna".
Vatnstøðan í Donau-ánni er høg í løtuni, og hetta hevur seinkað bjargingararbeiðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald