Ungarski stjórnarflokkurin Tisza ætlar at broyta grundlógina fyri at avmarka tíðarskeiðið, sum ein forsætisráðharri kann sita, til átta ár.
Tað er tvær vikur síðan, Peter Magyar varð tikin í eið sum nýggjur forsætisráðharri, og uppskotið um at broyta grundlógina varð sent inn mikudagin.
Sambært uppskotinum kunnu persónar, sum áður hava verið forsætisráðharri í í minsta lagi átta ár, ikki veljast til forsætisráðharra aftur. Hetta verður galdandi fyri tíðarskeiðið eftir 2. mai 1990, skrivar Ritzau.
Kemur broytingin í gildi, kann undanmaðurin hjá Magyar, Viktor Orbán ikki gerast forsætisráðharri aftur. Hann sat við valdið í 16 ár - frá 2010 til 2026, tá flokkur hansara, Fidesz tapti valið.
Uppskotið verður væntandi viðgjørt í komandi viku, tá ungarska tingið kemur saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald