Innanlands

Ungdómshúsið á Tvøroyri víðkar um virksemið

Nýggi leiðarin er byrjaður í starvinum í dag, og nú verður eisini virksemi í viksukiftinum, ið verður rúsfrítt. Avgreiðsluhølið á Sjógøtu, har BankNordik, Postavgreiðslu, og Føroya Eftirskúli eisini húsast, skal nú eisini nýtast

Hvítu hølini á Sjógøtu verða karmur um víðka virksemi hjá ungdómshúsinum

Hvítu hølini á Sjógøtu verða karmur um víðka virksemi hjá ungdómshúsinum

2022-03-01 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár hevur skipað verið fyri tilboðum fyri børnum og ungum mitt í viku, eftir skúlatíð, á havnalagnum á Tvøroyri í Pakkhús 4. Hetta er eitt av gomlu pakkhúsunum hjá T. F. Thomsen.

Nú er nýggjur leiðari settur til hetta virksemi - til ungdómshúsið - og 28-ára gamli Arthur Djurhuus Poulsen hevur sín fyrsta starvsdag í dag. Saman við eldru børnunum fer hann at gera smávegis dagføringar á Pakkhús 4, sum hann vónar kann lata upp alment seinni í hesi vikuni.

Les eisini: Arthur verður leiðari av ungdómshúsinum

Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari í dag, har tað samstundis verður fráboðað, at víðkað nú verður um tilboðið í ungdómshúsinum, sum higartil, bert hevur havt opið mitt í viku, til nú eisini at umfata tilboð til ung í vikuskiftunum. Tilboðið í ungdómshúsinum er sjálvandi rúsfrítt, skrivar tvk.fo.

Eisini verða nýggj høli partur av virkseminum: 

- Tvøroyrar býráð hevur samtykt, at avgreiðsluhølið á Sjógøtu 2, har Posta fyri stuttum er flutt út úr, skal gerast partur av rúsfríum virksemi fyri ungdómin.
Tvøroyrar kommuna keypti í januar 2019 eystari helvt av posta- og bankabygningin, sum framhaldandi hýsir BankNordik, Postavgreiðslu, og Føroya Eftirskúla og nú verður, umframt hetta, eisini rúsfrítt tilboð til ungdómin í bygninginum.

Arbeiðið at tillaga hølini í Posta- og bankabygninginum á Sjógøtu 2 verður neyvan liðugt fyrr enn seinni í vár. Hølini skulu umvælast og broytast, og innbúgv, og annað tílíkt, skal keypast.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder