Innanlands

Arthur verður leiðari av ungdómshúsinum PH4 á Tvøroyri

28 ára gamli Arthur Djurhuus Poulsen, ið er útbúgvin sosialráðgevi, er settur í starv sum leiðari av ungdómshúsinum PH4, eisini nevnt Pakkhús 4

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

(Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2022-02-06 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið samtykti Tvøroyrar býráð at seta Arthur Djurhuus Poulsen í starv sum leiðara av ungdómshúsinum PH4, sum heldur til í pakkhúsi nr. 4 hjá fyrv. A/S T.F. Thomsen á havnarlagnum á Tvøroyri, sum í dag er ogn hjá Tvøroyrar kommunu.

Arthur Djurhuus Poulsen er 28 ára gamal, er útbúgvin Sosialráðgevi, og hevur seinastu tvey árini tarvast á trivnaðareind hjá Almannaverkinum við tvørfagligum uppgávum, m.a at samskipa samstarv millum námsfrøðingar, kriminalforsorgina, sosialráðgevarar, sjúkrarøkt, og skúlar.

Arthur er kendur fyri tíðina, hann sjálvur var virkin innan ítrótt, har hann leikti flogbólt og fótbólt. Eisini hevur Arthur verði virkin venjari hjá børnum og ungum innan flogbólt og fótbolt.

PH 4 ungdómshúsið er opið tríggjar gerandisdagar um vikuna, umframt at skipað kann verða fyri tiltøkum um vikuskiftið. Meira um PH 4 kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder