Mentan

Ungdómspáskastevna í Havn við gestum úr Suðurafrika

Gestir eru Wilson og Grace Goeda, ið eisini vitjaðu páskastevnuna í fjør

2023-02-21 08:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á páskum verður aftur ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er triðja árið við einum páskatiltakið, ið serliga vendir sær til tey ungu, og aftur í ár verður tað við talarum úr Suðurafrika – Wilson og Grace Goeda. 

Wilson Goeda vitjaði eisini til páskastevnuna í fjør, og hesaferð kemur kona hansara Grace Goeda eisini við til Føroyar. Tey bæði arbeiða sum undirvísarar hjá felagsskapinum ‘Youth With A Mission’, og gera nógv hjálpararbeiði millum fátøk í slummini í Durban.  Tey hava eisini vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður og eru tí ikki ókend um okkara leiðir.

Grace er stovnari og leiðari á eini hjálparmiðstøð fyri kvinnur, ið hava verið úti fyri harðskapi av serlia grovum slag, og sum eru vorðnar við barn. Á miðstøðini verða tær hjálptar til lívið aftur, verða endurreistar og uppbygdar. Grace hevur eisini serliga gávur í at undirvísa og er nógv umbiðin víða um.

Wilson hevur eisini eina serliga lívssøgu við einum hørðum uppvøkstri undir apartheid í Suðurafrika. Hann gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur, megnaði at flýggja aftaná sjey ár, og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum.

Sum 17 ára gamal umbroyttist hansara lív, har kristna trúgvin fekk ein stóran stóran týdning í hansara lívi.

Í bókini ‘Gud er fargeblind’, ið fæst til keyps á manna.fo, ber til at lesa meira um lívssøguna hjá Wilson, ið hevur ein sterkan boðskap um fyrigeving. Hann varð føddur inn í ræðuligu apartheidskipanina í Suðurafrika, men heldur enn at lata hatur og beiskleika fylla sálina, valdi hann at fyrigeva teimum, sum høvdu kúgað hann.

– Eg sakk niður í eina tunga depressión, men eg hevði grivið meg alt ov langt niður í myrku grøvina av narkotika til at megna at sleppa upp. Eg trongdi so avgjørt til nakað størri enn mín egna vilja fyri at hjálpa mær, sigur hann millum annað í bókini.

Ungdómspáskastevnan verður skírisdag til og við páskadag, 6. til 9. apríl. Møti verður hvørt kvøld kl. 20 í Meinigheitshúsinum, har ung í Havnini og úr øllum landinum eru boðin vælkomin at vitja og forvitnast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder