
Í vikuni varð eitt ungdómsráð stovnað í Vága kommunu.
Kommunan skrivar, at arbeitt hevur verið við málinum í longri tíð. Tá sitandi býráð tók við, settu tey ein arbeiðsbólk at orða eitt tilmæli til býráðið um hvussu barna- og ungdómsøkið skuldi skipast í Vága kommunu. Eitt av tilmælunum hjá arbeiðsbólkinum var, at stovna eitt ungdómsráð við umboðum úr øllum teimum ymisku ítróttar-, frítíðar- og samkomufelagsskapunum, skúlanum og ungdómshúsinum í kommununi. Harafturat varð heitt á ung í kommununi um at stilla upp til ráðið, so onnur sum ikki umboða ein felagsskap somuleiðis fingu umboð í ráðnum
Níggju ung møttu til fyrsta fundin hjá ráðnum. Dorthea Højgaard Dam, verkætlanarleiðari fyri børn og ung í kommununi, kunnaði tey um barnarættindarsáttmálan hjá ST, sum er samtyktur á Føroya Løgtingi, og um nýggja barna- og ungdómspolitikkin sum arbeitt verður við at orða fyri Vága kommunu. Dorthea greiddi teimum somuleiðis frá um, hvørjar uppgávur og skyldur tey ungu høvdu sum umboð í ungdómsráðnum, og um týdningin av at teirra rødd verður hoyrd, eisini í tí politisku skipanini.
Sambært Vága kommunu er ætlanin at ungdómsráðið nakrar ferðir um árið kemur á fund við borgarstjóran og við býráðið, har tey greiða býráðnum frá um hvat rørir seg ímillum tey ungu, og hvørjar tankar tey hava um ymiskt í kommununi. Somuleiðis skulu borgarstjórin og býráðið á hesum fundum kunna tey ungu um, hvørjar ætlanir liggja í býráðnum og hvørjar framtíðarætlanir býráðið hevur, sum kunnu hava ávirkan á lívið hjá teimum. Ungdómsráðið er eisini hoyringspartur í málum sum viðkoma teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald