Innanlands

Ungir vestmenningar kunnaðir um prutl

Fleiri fráboðanir eru komnar frá borgarum í Vestmanna, sum hava ampa av ólógligum prutlum hjá teimum ungu. Í gjár var løgreglan í ungdómshúsinum í bygdini, og kunnaði um hvat er loyvt og hvat ikki er

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-18 11:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ferðslupolitiið gjørdi í gjár eitt átak og greiddi teimum ungu í ungdómshúsinum Staðnum frá, hvussu eitt prutl ella ein skutari skal handfarast, og hvat ikki er loyvt.

Í Vestmanna ringja borgarar javnan til løgregluna og boða frá, at tey hava ampa av ólogum prutlum hjá teimum ungu. Eitt nú at tvey sita á skutaranum samstundis.

- Her gjørdu vit so eitt átak, og hugdu eisini eftir prutlum hjá teimum, sum vóru til staðar. Alt sum var har, var lógligt, so har var eingin bót útskrivað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

- Tey ungu hava nógv upp á hjartað, so tað er fínt at vit fingu eitt gott prát við tey, verður sagt løgregustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder