2020-04-11 11:10
Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um eldásetan í Vágum.
Í gjár klokkan 16 varð boðað frá, at eldur var komin í tvær bingjur, sum stóðu í grótbrotinum í Sandavági.
Sambært Kringvarpinum, vóru nakrir unglingar á skutarum sæddir fara av staðnum, og løgreglan hevur síðani fingið fatur á ein teirra, og er viðkomandi nú skuldsettur fyri eldásetan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald