Finalan í Ungt Virki, sum skuldi verða í SMS fríggjadagin 20. mars, er fyribils útsett.
- Av givnum orsøkum verður finaluumfarið, sum skuldi verða fríggjdagin 20. mars, fyribils útsett. Tá umstøðurnar verða meira normalar aftur, verður støða tikin til um og hvussu finaluumfarið skal fara fram, skrivar Glasir í tíðindaskrivi.
Ungt Virki er eitt tilboð til miðnámsskúlanæmingar í aldrinum 15-25 ár, sum ynskja at læra, hvussu tey kunnu menna nýggjar vørur og tænastur frá hugskoti til veruleika.
Næmingarnir í ár eru frá frá Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnámi á Kambsdali, Glasi og Miðnám í Suðuroy. Tey ungu hava síðani august fingið undirvísing í nýskapan og íverksetan og hava m.a. lært at menna nýggjar vørur og tænastur. Harafturat hava tey fingið royndir í, hvat skal til fyri at stovna og reka egið virki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald