Tingkvinnurnar Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi hava lagt uppskot fyri løgtingið um broyting í lógini um Stýrisskipan Føroya.
Á uppskotinum verða tær báðar róptar fyri ”tingmenn” og tað er júst tað, sum tær nú vilja hava broytt.
Tær hava tí lagt fyri løgtingið eina umfatandi broyting í hesi týðandi lóg, har heitini ”løgtingsmenn” verða skift út við ”lógtingsfólk”.
Eisini verður mælt til, at orð sum løgtingskvinna, løgtingsforkvinna, landsstýriskvinna, løgkvinna og næstforkvinna kunnu verða brúkt.
Eisini verður mælt til at broyta annað kynsgreinað heitið: Embætisfólk heldur enn embætismenn.
Tilsamans 27 lógargreinar í stýrisskipanarlógini eru raktar av broytingaruppskotinum hjá tingkvinnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald