Ferðsluløgreglan tók í gjár ein bilførara á Skálafjørðinum, sum koyrdi 94 kilometrar um tíman. Hetta hendi á einum strekki í Søldarfirði, har hægst loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Tá ferðin er so langt oman fyri ta loyvdu, er talan um treytaða frádøming av førararættinum. Men av tí at talan er um ein bilførara, sum nýliga hevur fingið koyrikort, eru serligar reglur galdandi.
Førarin skal tí rokna við at fáa eitt koyriforboð, sum verður galdandi beinanvegin. Viðkomandi sleppur ikki at koyra bil aftur fyrr enn viðkomandi hevur tikið teori- og koyritímar hjá einum góðkendum koyrilætara og verið uppi til nýggja koyriroynd.
Løgreglan avdúkaði í gjár eisini ein bilførara, ið varð tikin fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður. Bilførarin varð støðgaður í Klaksvík um 20 tíðina í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald