
Seinasta náttin hevur sum heild verið friðarlig hjá løgregluni, hóast nakað av fólki var í býnum.
Men klokkan tvey í nátt varð boðað frá, at ein 18 ára gamal maður gekk ólátaður í býnum í Havn.
Hann vísti keðiligan atburð og rópti illa. Tí gav løgreglan honum eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hálvan annan tíma seinni var aftur boð eftir løgregluni, um, at ein ungur maður vísti keðiligan atburð, og tað vísti seg at vera sami persónur, so løgreglan gjørdi av bara at taka hann við sær á politistøðina.
Sostatt endaði ungi maðurin við tveimum bótum fyri brot á politiviðtøkurnar.
Klokkan trý í nátt varð ein persónur eisini tikin við einari lítlari nøgd av hashi uppiá sær. Hetta var eisini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald