Mentan

Universitetsbókasavn og bókasavnsgjald til rithøvundar raðfest

Játtanin til rakstur av Landsbókasavninum verður hækkað við 750.000 krónum til at menna universitetsbókasavnstænasturnar á Landsbókasavninum, og bókasavnsgjaldið, sum verður býtt millum føroyskar høvundar, sum skriva, týða ella prýða føroyskar bøkur, og hvørs bøkur eru til taks á føroysku bókasøvnunum, verður hækkað við 250.000. krónum

2023-09-30 12:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingið samtykti fyrr í ár nýggja bókasavnslóg, ið kemur í gildi 1. januar. Tað sæst nú aftur í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024, har økta virksemið á bókasavnsøkinum verður raðfest við einari millión krónum.

– Nýggja bókasavnslógin er við til at tryggja, at føroyskar bókmentir verða atkomuligar sum ljóðbøkur og e-bøkur á heimasíðunum hjá bókasøvnunum. Prentaðar bøkur hava avgjørt sítt stóra virði, og skulu framvegis raðfestast, men ljóðbøkur og e-bøkur hava alstóran týdning, ikki minst fyri tey, ið ikki fáa lisið prentaðan tekst, men eisini fyri onnur, eitt nú fólk í útjaðaranum, ið við talgildum ljóðbókum og e-bókum fáa beinleiðis atgongd til eitt stórt tal av bókmentum á bókasøvnunum. Og tað skal sjálvsagt síggjast aftur í bókasavnsgjaldinum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum.

Bókasavnsgjaldið, sum verður býtt millum føroyskar høvundar, sum skriva, týða ella prýða føroyskar bøkur, og hvørs bøkur eru til taks á føroysku bókasøvnunum, verður hækkað við 250.000. krónum, upp í 1,793 milliónir kr.ónur

Universitetsbókasavnstænansturnar verða eisini raðfestar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024. Játtanin til rakstur av Landsbókasavninum verður hækkað við 750.000 krónum til at menna universitetsbókasavnstænasturnar á Landsbókasavninum. Fróðskaparsetur Føroya og útbúgvingarøkið sum heild eru nógv ment seinastu árini, og tað sæst aftur í at lesandi, undirvísarar, granskarar og onnur hava ein alt størri tørv á fjølbroyttum og skikkaðum universitetsbókasavns­tænastum.

Ein partur av játtanini er ætlaður til at skipa eitt bókasavnsráð, ið skal ráðgeva politisku skipanini í bókasavnsmálum, til økta samstarvið millum bókasøvnini og til menning av bókasavnstænastum, ið nýggja bókasavnslógin leggur upp til.

Almanna- og mentamálaráðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder