Í ár skipar »Ung í Dansi« aftur fyri tiltakinum »Upp á Stovugólv«, sum verður leygardagin, hesaferð á Velbastað og í Kirkjubø.
Tiltakið verður í bygdunum heimanfyri, Kirkjubø og Velbastað. Tvær húsavitjanir í Kirkjubø, ein á Velbastað og dansur í Sólarmagn á Velbastað. Møtt verður á Velbastað og bussur koyrir fólk til Kirkjubø til vitjanir og aftur til Velbastaðar.
Tað fer at ganga nakað soleiðis fyri seg:
- Fólk koma til Sólarmagn á Velbastað, har tey verða býtt upp í tríggjar bólkar.
- Hesir bólkar fara so í hvørt sítt hús, har ein vertur er í hvørjum húsi. Vertirnir greiða so frá onkrum kvæði, vísu ella tátti, sum tey hava valt og aftaná verður tað (ella bara eitt brot av tí) kvøðið í húsinum. Síðan rotera bólkarnir.
- Tað verður ein tími í hvørjum húsi.
Byrjað verður klokkan 18 og húsavitjanirnar enda klokkan 21. Síðan verður okkurt at eta og drekka í Sólarmagn og eisini verður skipað fyri almennum føroyskum dansi frá klokkan 22.
Tað er avmarkað pláss í húsunum, tí er neyðugt við tilmelding til húsavitjanirnar. Upplýsingar um tilmeldi finst á Facebooksíðuni hjá Sláið Ring
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald