
Løgreglan “var til staðar í býnum” í Havn í gjárkvøldið, sum tað eitur á politimáli, fyri at tryggja at nógvu fólkini, sum vóru savnað í høvuðsstaðnum páskanátt uppførdu seg sámuliga, og skeinki- og dansistøðini hildu galdandi reglur.
Ein persónur varð tikin inn á støðina fyri ágangandi atburð í býnum. Maðurin fær eina bót fyri ikki at hava hildið skilhaldsreglurnar, tað, sum fyrr æt brot á politiviðtøkurnar.
Løgreglan kannaði eisini onkur fólk fyri at vita um tey høvdu ólólig rúsevni uppi á sær, og funnu fram til tveir persónar, sum høvdu slík evni “í minni nøgdum”. Eisini hesi fáa bót.
Hóast nógvur vindur var í nátt, so vóru ikki so nógvar fráboðanir um skaða. Eitt skip, sum lá við bryggju í Kollafirði, bað um hjálp, tí ein endi var slitnaður. Havnameistarin og sløkkiliðið komu til hjálpar og fingu surrað skipið aftur, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald