27 hermenn úr tjóðarhirðini í Venesuela eru handtiknir eftir at teir í gjár gjørdu eina roynd at taka valdið frá sitandi forsetanum, Nicolas Maduro. Tað upplýsir verjumálaráðharrin í Venesuela, Vladimir Padrino, sambært Ritzau.
Hann sigur, at menninir nú fara at merkja lógarinnar arm í fullari megi, og verða revsaðir hareftir fyri uppreistur.
Bólkurin av hermonnum leyp fyrst á eitt varðhaldsstað í høvuðsstaðnum, Caracas, har teir tóku fýra hermenn fanga og tóku vápn teirra.
Síðan fóru teir víðari til eitt annað varðhaldsstað, haðani teir sendu út eitt filmsbrot á sosialar miðlar har heitt var á borgarar um at fara út á gøturnar at mótmæla.
- Vit eru professionellir hermenn í tjóðarhirðini, sum venda okkum ímóti valdinum. Eg havi brúk fyri tykkara hjálp at yvirtaka gøturnar, ljóðaðu boðini frá einum hermanni, sum rópti seg leiðara fyri uppreistrarbólkinum.
Hóast kvettroyndin miseydnaðist, eydnaðist tað teimum av savna rættiliga nógv mótmælisfólk, og tey settu eld á bingjur og stongdu vegir í økinum fyri løgregluni.
Tað eru bert gingnar tvær vikur, síðan Maduro forseti varð tikin í eið sum forseti fyri enn eitt embætisskeið.
Andstøðan og tjóðarhirðin skuldsetir Maduro og sosialistaflokkin fyri at hava koyrt Venesuela á húsagang og vera orsøk til umfatandi politisku og búskaparligu kreppuna, sum landið er í.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald