Innanlands

Uppskot til nýggja kunngerð um burturkast til hoyringar

Tað nýggja við hesi kunngerðini í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum (Savnsmynd)

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum (Savnsmynd)

2022-05-09 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað hevur nógv at siga fyri umhvørvið, at vit leingja um livitíðina á virðismiklum tilfeingi við at endurnýta tað. Endurnýtsla sparir okkum øllum tíð, tilfar, orku og pening. Eisini kann hetta vera við til at eggja fyritøkum at leggja sítt virksemi um til at brúka endurnýtt tilfar, tí tað er ofta einki galið við tilfarinum, ið verður beint burtur.

Tað segði Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnarflokkin herfyri í viðmerking til fyrispurning til landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum, Magnus Rasmussen.

Í sambandi við, at tað er komið fram í miðlunum, at nógv gott tilfar hjá vinnuni fer burtur, tí umstøður ikki eru til at endurnýta, vildi Ingilín Didriksen Strøm hava at vita frá landsstýrismanninum, um landsstýrið saman við kommunum og vinnuni hevur ætlanir um at skipa endurnýtslustøðir, sum kunnu hjálpa vinnuni at endurnýta tilfar, sum verður blakað burtur í dag.

Les eisini: – Ein endurnýtslumiðstøð hevði komið væl við

Í svari sínum sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, at landsstýrið ikki er í beinleiðis samband við vinnu og kommunur um endurnýtslustøðir í dag, men hann vísir á, at hann herfyri sendi út eina nýggja kunngerð um burturkast til hoyringar.

Uppskotið ásetur, hvussu innsavning og móttøka av burturkasti skal skipast, og eftir hvørjum leisti kommunur skulu áseta reglur fyri, hvussu borgarar og vinna skulu skilja burturkast í sambandi við innsavning ella avhendan til móttøkustøð.

Tað nýggja við hesi kunngerðini í mun til galdandi kunngerð er, at hon setur karmarnar fyri einum undirstøðukervi til meira endurnýtslu og endurvinning av burturkasti frá húsarhaldum og vinnu, við tí at kunngerðin ásetur, at kommunurnar skulu handfara burturkast sambært fylgjandi raðfesting: endurnýta, endurvinna, gagnnýta á annan hátt, beina burtur.

Kommunan kann einans víkja frá raðfestingini, um tað er umhvørvisliga grundað.

Ein annar høvuðstáttur í kunngerðini er, at land og kommunur skulu í samráð gera eina landsætlan fyri burturkast, og henni á baki eina kommunala ætlan fyri burturkast, sum skal seta landsætlanina í verk. Ætlanirnar skulu galda í tíggju ár, men broytingar kunnu gerast í gildistíðini, um tørvur er á tí.

Kunngerðin hevur nøkur minstukrøv um tal á bólkum, sum burturkast skal skiljast í, men tað verður í landsætlanini, at handfaringin av burturkasti verður neyvt lýst, og tað er við støði í landsætlanini, at kommunurnar áseta reglur fyri, hvussu borgarar og vinna skulu avhenda burturkast til innsavningarskipanina ella til tey kommunalu móttøkuplássini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder