Helst verður úrslitið av amerikanska forsetavalinum greitt einaferð í morginárið.
Í dag er forsetaval í USA. Alt bendir á at tað kann gerast rættiliga javnt millum tey bæði valevnini, Donald Trump fyri republikanararnar og Kamala Harris fyri demokratarnar.
Í morginárið okkara tíð verður væntandi greitt, hvør vinnur valið, men tað kann eisini taka longri tíð at telja upp, skrivar BBC.
Vanligt er, at vinnarin kann lýsast longu á valnáttini, men hesaferð bendir nógv á, at stríðið verður rættiliga tætt, og tí kann væntast, at bíðast skal eftir, at úrslitið av valinum verður staðfest.
Um tað stendur á jøvnum, skal eisini roknast við fínteljing áðrenn eitt úrslit kann kunngerast. Eitt nú í sveiggjstatinum Pennsylvania, har tað skal teljast umaftur í øllum statinum, um munurin millum valevnini liggur undir eitt hálvt prosentstig. Seinast var munurin beint oman fyri 1,1 prosentstig.
Eisini kann roknast við, at tað verður kært um úrslitið. Longu nú liggja yvir 100 rættarmál, har serliga republikanarar hava kært um ymisk viðurskifti viðvíkjandi valumsitingini og valrætti, sum skulu viðgerast í rættarskipanini, skrivar BBC.
Fyri fýra árum síðani var forsetavalið hildið týsdagin 3. november. Men tað var ikki fyrr enn leygardagin 7. november, at Joe Biden kundi staðfestast sum vinnari, tí tað tók so langa tíð at fáa endaligt greiði á úrslitinum í Pennsylvania.
Á øðrum valum hevur tað ikki tikið so drúgva tíð. Í 2016, tá Trump vann valið, kundi hann kjósast sum vinnari klokkan 8 um morgunin, okkara tíð.
Í 2012, tá Barack Obama vann á øðrum sinni, varð hann kosin vinnari longu áðrenn midnátt, lokala tíð.
Í 2000 tá George W. Bush og Al Gore stríddust um at gerast forseti, varð valið hildið 7. november. Men ein ósemja um valúrslitið í Florida varð ikki avgjørd fyrr enn 12. desember. Tá avgjørdi Hægstirættur, at uppteljingin skuldi støðga og lýsti Bush sum vinnara av valinum.
Nýggi amerikanski forsetin tekur við 20. januar 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald