Mentan

Úr bumbuskýlunum til Eurovision

Bólkurin Kalush Orchestra mátti fáa serligt loyvi fyri at sleppa til Italia at umboða Ukraina í evropeisku sangkappingini. Fyrra hálvfinalan verður í kvøld

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-10 07:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit kenna eina stóra ábyrgd fyri alt land okkara.

Tað sigur 27 ára gamli Oleh Psiuk, sum er ein av best umtóktu rapparunum í Ukraina.

Fyri einum mánað síðani fjaldi hann og hinir limirnir í bólkinum Kalush Orchestra seg næstan hvønn dag fyri bumbunum. Men nú eru bumbuskýlini skift út við pallljós, vindmaskinur og tíðindafólk í hópatali.

Kalush Orchestra er valt út sum ukrainska umboðið í ársins Eurovision Song Contest, sum í ár verður hildin í Torino í Italia.

- Í tíðum sum hesum er tað av týdningi fyri Ukraina at verða sædd, so heimurin framvegin leggur merki til okkum. Eisini hevur tann ektaði og vakri ukrainski tónleikurin uppiborið at verða hoyrdur og sæddur í heimshøpi, sigur Oleh Psiuk í samrøðu við DR undan fyrru hálvfinaluni, sum verður í Torino í kvøld.

Undir krígnum hevur ukrainska stjórnin bannað øllum monnum millum 18 og 60 ár at fara úr landinum. Tað kravdist tí serligt loyvi hjá Kalush Orchestra frá myndugleikunum, fyri at sleppa til Italia.

- Tað er ein stór ábyrgd at umboða Ukraina. Stjórnin gav okkum eitt serligt loyvi at fara úr landinum fyribils. Og so skjótt sum evropeiska sangkappngin er av, fara vit aftur til Ukraina. Tí vit vilja gera nyttu fyri land okkara.

- Men tað er ikki lætt fyri meg at vera her. Eg havi framvegis løtur, har eg óttist fyri, hvussu tað gongur mínari familju heima í Ukraina, sigur Oleh Psiuk.

Kalush Orchestra varð kosin at umboða Ukraina til Eurovision finaluna í februar eftir at upprunaligu vinnararnir vórðu kolldømdir. Bert fáar dagar seinni brast kríggið á. Harvið hevur orkestrið ikki havt bestu umstøður at fyrireika seg.

Oleh Psiuk hevur seinastu tíðina verið við til at savna inn mat og drekka til ukrainar í neyð. Ein av limunum í orkestrinum, Slavik Hnatenko, hevur sjálvur verið við í stríðnum móti russum, tí hann er partur av ukreinska herinum.

[object Object]
(Mynd: EPA)

"Stefania" ein sangur til mammuna

Sangurin, sum Kalush Orchestra luttekur við í ársins Eurovision eitur “Stefania” og er skrivaður til og um mammu Oleh Psiuk. Talan er um ein rapp-sang, við íblástri frá siðbundnum ukreinakum fólkatónleiki.

- Nógvir ukreinar sakna mammu sína í hesum tíðum, og fyri tey snýr sangurin seg um sakn. Onnur fata ‘mammuna’ sum Ukreina, og tí rakar sangurin eisini í hjartað á nógvum ukreinum, sigur rapparin og leggur afturat.

- Eg havi hoyrt fólk kalla sang okkara fyri ein krígssang til ukreinsku herdeildirnar. Tað kanst tú siga, men eg vil heldur kalla sangin fyri ein lovsong til komandi ukreinska krígssigurin.

“Stefania” verður millum sangirnar, ið eru við til fyrru hálvfinaluna, ið verður í kvøld. Millum hinar sangirnar í kvøld eru “The Show” hjá danska umboðnum Reddi, “Með hækkandi sól” hjá íslendsku Systur og “Give that World a Banana” hjá norsku Subwolfer.

Kringvarp Føroya hevur ikki Eurovision semifinaluna á skránni í kvøld. Men kappingin kann síggjast klokkan 20 á eitt nú DR1, RÚV, NRK1 og SVT1. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder