2023-10-19 06:59
Ungi urguspælarin Ari Hammer Joensen úr Havn hevur konsert á nýggju urguni í Hoyvíkar kirkju fríggjakvøldið.
Ari er nýliga byrjaður at lesa á Kongaliga Musikkonservatorinum í Keypmannahavn, og er nú heima í heystfríð. Ari spælir verk, sum hann í seinastuni hevur arbeitt við á konservatorinum.
Milum verkini, ið spæld verða, eru egin verk hjá Ara á skránni:
- Ari Hammer Joensen – Ritornello Sálmalag: Lat hurðar upp, ger borglið breið
- Ari Hammer Joensen – Partita. Sálmalag: Nú komu boð við einglum dýr
- Robert Schumann – Kanon í As dur
- Nikolaus Bruhns – Preludium og Fuga í E mol
- Georg Böhm – Vater unser im Himmelreich
- Johann Sebastian Bach – Fantasia og Fuga í G mol
Konsertin, sum er fríggjakvøldið klæ 20, er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald